Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Maðurin handan Undrið í Bern

Liðið tapti 3-8 í bólkaspælinum, men sigraði í finaluni.

Tann 28. mars 1897 var Josef “Sepp” Herberger føddur í Mannheim í Týsklandi. Hann stjórnaði týska landsliðnum í nærum 30 ár og vann eisini HM-heitið á leiðini.

Sjálvur spældi Herberger áleypari frá 1914 til 1930 við feløgum sum Waldhof Mannheim (1914-21), VfR Mannheim (1921-26), og Tennis Borussia Berlin (1926-30). Í tíðarskeiðnum spældi hann eisini tríggjar landsdystir fyri Týskland.

Men størsta varðan setti hann eftir seg sum venjari, har hann byrjaði við Tennis Borussia í 1930. Tvey ár seinni gjørdist hann hjálparvenjari á týska landsliðnum og gjørdist síðani høvuðsvenjari í 1936. Hann var kendur sum eitt taktiskt flogvit, men fyrsta royndin miseydnaðist fullkomiliga, tí Týskland varð varpað út úr 1. umfari í HM 1938 av Sveits og Týskland varð eisini útihýst í næstu kappingini, í 1950, orsakað av leiklutinum hjá Týsklandi undir seinna heimsbardaga.

Men í 1954 bragdaði endiliga, tá Týskland sera óvæntað koppaði Ungarn, sum øll væntaðu fór at gerast HM-vinnari, tí Ungarn hevði vunnið 8-3 á Týsklandi í bólkaspælinum. Ungarn turnaði eisini fyri í finaluni við at leggja seg á odda 2-0 eftir 8 minuttir, men liðið hjá Herberger fall ikki í fátt og stríddi seg til ein 3-2 sigur, sum síðani varð kallaður “Undrið í Bern.”

Hann stjórnaði eisini Týsklandi í 1958, har liðið endaði á 4. plássi og aftur í 1962, har liðið varð varpað út í fjórðingsfinaluni av Jugoslavia. Tá ið hann gavst í 1964 hevði hann vunnið oman fyri 64% av øllum landsdystunum. Hann var 80 ára gamalur, tá hann andaðist 28. apríl í 1977.