Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Farao fór við fyrsta steypinum

Sami leikarin skoraði øll fýra málini.

Kappingin um afrikanska meistaraheitið verður leikt annaðhvørt ár. í ár er Fílabeinstrondin vertur fyri kappingini og í morgin kl. 20.00 dystast vertstjóðin ímóti Nigeria. Í kvøld kl. 20.00 verður bronsudystur millum Suðurafrika og Fólkaræðislýðveldið Congo.

Tann 10. februar 1957 vann Egyptaland allarfyrsta dystin í kappingini um afrikanska meistaraheitið, African Cup of Nations, tá liðið vann 2-1 á Sudan á Khartoum leikvøllinum. Sigurin gav egyptsiku gestunum beinleiðis atgongd til finaluna, tá bert 4 lið høvdu fingið innbjóðing til kappingina, men orsakað av førda rasuskilnaðarpolitikkinum í Suðurafrika, har teir framdu mannamun eftir húðarliti, so varð liðið varpað út út kappingini.

Kappingin um afrikanska meistaraheitið varð fyriskipað av nýbyrjaða afrijkanska fótbóltssambandinum, sum reint formelt varð stovnað eina mánaða frammanundan. Tá hevði afrikanska fótbóltssambandið, CAF, bert 4 limir – Egyptaland, Etiopia, Suðurafrika og Sudan – og væntaði, at øll fýra londini fóru at luttaka í kappingini. Suðurafrika sýtti kortini framvegis fyri at senda eitt rasublandað lið til kappingina og tað førdi til, at landið varð útihýst. Útihýsingin av Suðurafrika merkti, at mótstøðulið teirra, Etiopia, slapp beinleiðis í finluna.

Í einasta hálvfinaludystinum, sum varð leiktur, legði Egyptaland seg á odda í 21. minutti við einum brotssparki, sum miðframherjin, Raafat Attia, sendi í málið. Sudan javnaði stutt eftir steðgin, tá Boraî Ahmed Al-Bashir skoraði í 58. minutti, áðrenn egyptiski Mohamed Diab Al-Attar (ella Ad-Diba) skoraði sigursmálið í 72. minutti.

Finalan gjørdist ongantíð spennandi, tí Egyptaland streyk avstað við einum 4-0 sigri. Áðurnevndi Ad-Diba skoraði øll fýra málini og gjørdist samstundis fyrsti toppskjúttin í kappingini við 5 málum.

Egyptaland eigur eisini fyrsta afrikanska landsliðið, tá liðið luttók undir OL 1920 í Belgia og liðið vann eisini næstu afrikansku kappingina. Tilsamans hevur Egyptaland vunnið afrikanska meistaraheitið 7 ferðir (1957, 1959, 1986, 1998, 2006, 2008 og 2010). Egyptaland og Sudan gingu saman sum Sameinda Arabiska Lýðveldið millum 1958 og 1961.