Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Serstakur toppskjútti

Hann er 34 ára gamlur, spælir høgri bakkur í sponsku 3. deildini og er toppskjútti í AFCON.

Ekvatorguinea er eitt ríki í Miðafrika og tað er bara 4. Ferð, at landið hevur luttikið í kappingini um akrikanska meistaraheitið. Liðið tapti 0-1 í fjórðingsfinaluni fyri Guinea, sum liggur í Vesturafrika.

Liðskiparin hjá Ekvatorguinea eitur Emilio Nsue López. Hann er føddur í Palma de Mallorca á Balearoyggjunum og byrjaði sum áleypari í ungdómsdeildini hjá Mallorca, men beint nú spælit hann við Club de Fútbol Intercity í sponsku 3. deildini – sum høgri bakkur. Hóast hann fyrr hevur spælt við Birmingham og Middlesbrough, so munnu tað vera fá, sum kennast við navn hansara.

Lutakastið gav Ekvatorguinea ein sera torføran bólk saman við vertstjóðini, Fílabeinsstrondini, Nigeria og Guinea-Bissau (eitt annað land í Vesturafrika). Tað var júst í dystinum ímóti Guinea-bissau, at Emilio Nsue skoraði eitt hattrikk. Tað var fyrsta hattrikkið í AFCON í 16 ár og Nsue gjørdist elsti leikari, sum hevði megnað tað. Harumframt skoraði hann 2 mál ímóti Fílabeinsstrondini.

Tað er sjáldsamt, at ein leikari skorar 5 mál í bólkaspælinum og vit skulu aftur til 1970, tá Laurent Pokou úr Fílabeinsstrondini skoraði sjey mál í bólkaspælinum í Sudan. Fyri at heiðra Laurent Pokou, verður almenni bólturin nevndur “Pokou” og hann er eisini næstbesti málskjúttin í AFCON eftir kamerunska Samuel Eto’o við 14 málum. Eto’o hevur skjotið 18 mál.

Best fyri at taka heiðurin frá Emilio Nsue liggur nigerianski Ademola Lookman, sum dagliga spælir við italska Atalanta og fyrr hevur umboðað Everton (2017-19).

Kappingin um afrikanska meistaraheitið verður leikt annaðhvørt ár. í ár er Fílabeinstrondin vertur fyri kappingini og í morgin kl. 20.00 dystast vertstjóðin ímóti Nigeria. Í kvøld kl. 20.00 verður bronsudystur millum Suðurafrika og Fólkaræðislýðveldið Congo.