Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsta greipan í 20. øld

Liðið gjørdist eisini fyrsta enska/bretska liðið, sum vann steyp í europeiskum høpi.

Tann 6. mai 1961 vann Tottenham Hotspur greipuna, tá liðið vann 2-0 á Leicester City. Spurs gjørdist sostatt fyrsta felagið í 20. øld, sum vann bæði meistaraheitið og FA Cuppina sama kappingarár, og fyrsta felagið síðani Aston Villa kappingarárið 1896-97. Millum lyklaleikararnar, sum syrgdu fyri, at Spurs var besta liðið, vóru málmaðurin Bill Brown, Danny Blanchflower, Dave Mackay, Cliff Jones og John White. Og seinni kundi Spurs enntá knýta málrevin Jimmy Greaves til hópin á White Hart Lane!

Tottenham hevði longu vunnið meistaraheitið í einum kappingarári, har teir løgdu hald á oddasessin frá fyrsta til seinasta bríksl. Teir høvdu bara tapt 7 dystir, men høvdu hinvegin tapt 2-3 fyri Leicester á White Hart Lane fyrstu vikuna í februar.

Framman fyri 100.000 áskoðarum á Wembley fekk Leiceister beinanvegin eitt bakkast, tá høgri bakkurin Len Chalmers fekk ein skaða, og hann var ein skuggi av sær sjálvum fram til 80. minutt, tá hann endiliga varð tikin út, men tá var ikki loyvt at seta eykaleikara inn. Leicester hevði kortini tamarhald á lívliga álopinum hjá Spurs fram til 65. minutt. Í 66. minutti sendi vinstri vongurin hjá Spurs, Terry Dyson, bóltin inn fyri til áleyparan Bobby Smith, sum smekkaði bóltin fram við málverjanum Gordon Banks. Níggju minuttir seinni spældu báðir aftur saman, tá Smith legði upp til skallaran hjá Dyson.

Tað var triði FA Cup sigurin hjá Tottenham, sum eisini vann FA Cuppina árið eftir og síðani hevur vunnið fýra FA Cup finalur afturat ella samanlagt átta ferðir. FA Cup sigurin í 1962 gav atgongd til europeiskan fótbólt og tað eydnaðist Spurs at vinna heili 5-1 á Atlético de Madrid. Jimmy Greaves og Terry Dyson skoraðu hvør síni 2 mál, meðan John White eisini kom á máltalvuna. Sigurin í Europa Cup finaluni fyri steypavinnarar førdi eisini við sær, at Spurs gjørdist fyrsta enska/bretska liðið, sum vann í europeiskum høpi.

Les eisini...  Fyrstu ferð móti Albania

Talan var um 10. FA Cup dystin hjá Leicester í kappingini, men tað var eisini fjórða tapta FA Cup finalan fyrstu 25 árini eftir seinna heimsbardaga. Tað eydnaðist loksins Leicester at vinna FA Cuppina í 2021, tá Youri Tielemans tryggjaði ein 1-0 sigur á Chelsea.