Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

500 dagar av Ukraina-Russland kríggi

Í gjár var tað 500 dagar síðani russiska innrásin í Ukraina byrjaði av álvara. Vit hyggja aftur á seinastu vikuna hjá einum sera upptiknum forseta

Forsetin í Ukraina, Vlodomyr Zelenskiy, ber dagliga smærri tíðindir til almenningin, á krypteraða platforminum Telegram. Seinastu vikuna hevur nógv ymiskt verið at lisið.

Mánadagin 3. juli valdi forsetin at kallað fyri The Day of Anti-Aircraft Missile Troops of the Air Force of Ukraine. Forsetin valdi innanlands at halga dagin til tey, ið verja teirra loftrúm. Eisini valdi hann at vísa sítt takksemi fyri teirra tænastu: – Tykkara arbeiði gevur íblástur, tykkara ídni og presisión geva fíggindanum ongan møguleika. Takk fyri, at tit halda okkara loftrúmi trygt; fyri hvørt eitt mál tit rakað, bjarga tit einum av okkara. Æra veri teimum ið berjast fyri Ukraina, sigur forsetin millum annað.

Týsdagin 4. juli kallar forsetin the Day of the National Police of Ukraine. Her ber hann eina almenna tøkk til løgregluna í landinum. Sama dag er hann á telefoniskum fundi við forsætisráðharran í Svøríki, Ulf Kristersson. Her tosaðu teir um støðuna úti á bardagamarkini, um hvussu Svøríki hann hjálpa og um støðuna at fáa limaskap í NATO. Eisini ynskti forsetin USA ein Happy 4th of July. Hann var eisini á fundi við forsætisráðharran í Fraklandi, Emmanuel Macron. Teir báðir samdust um at arbeiðast mátti hart, bæði politiskt og í verjuverkinum.

Mikudagin 5. juli er forsetin á fundi við forsetan í Guinea-Bissau, Umaro Sissoco Embaló. Umaro er stórur stuðul hjá Zelenskiy og teir tosaðu um sokallaða Wagner bólkin. Teir avtalaðu at økja um samstarvið millum Ukraina og Guinea-Bissau.
Hesin dagurin er júst eina viku frammanundan týdningar mikla NATO fundin í Vilnius. Hetta kallar forsetin í Ukraina fyri ein fund, ið avger okkara felags trygd í Evropa.

Hósdagin 6. juli verður Lviv álopið av russiskum yvirgangsmonnum. Nøkur fólk lótu lív og forsetin vísti teimum samkenslu, og lovar samstundis, at tað verður ikki uttan mótsvar frá ukrainska verjuverkinum.
Hendan dagin var forsetin til samrøðu við CNN. Her snúði tað seg um støðuna í Krim. Forsetin sigur, at hann dugir ikki at ímynda sær Ukraina uttan Krim. – So leingi Krim er undir russiskum valdi, merkir hetta eitt: kríggið er ikki liðugt enn.
Zelenskiy var eisini á fundi við forsetanum í Bulgaria, Rumen Radev, hendan dagin. Umframt hetta, var hann eisini á fundi við forsetan í Tjekkia, Petr Pavel. Felags fyri allar fundirnar var støðan við vápnum í Ukraina.

Les eisini...  Tveir dagar gera stóran mun

Fríggjadagin 7. juli er Zelenskiy aftur á fundi í Tjekkia. Teir tosaðu um trygd og um ein vápnapakka sum stuðul. Saman løgdu Zelenskiy og Petr Pavel blómur við ein minnisvarða í Prag, til minnis um tey, ið fullu undir bardaga fyri frælsi og demokratii.
Zelenskiy er eisini her á fundi við forsetan í Slovakia, Zuzana Caputová og við forsetan í Turkalandi, Recap Tayyip Erdogan. Eins og við flestøllum fundum hansara, var trygd og vápnapakki á skrá her.

Leygardagin 8. juli var tað 500 dagar síðani russisku innrásina í Ukraina. Her sigur Zelenskiy á tíðindaplattformi sínum millum annað:

“500 dagar av svøkum kríggi. Í 500 dagar hava túsundavís av okkara fólki víst styrki, æru og áræði fyri okkara land. Næstan 50.000 menniskju hava móttikið virðislønir fyri sín innsats… Minnist til at æra okkara hetjur. Teirra dirvi er okkum kært. Minnist til, at siga børnum tykkara frá um hesar hetjur. Æran veri teirra, ið berjast fyri Ukraina!”

Í dag, 9. juli, er forsetin á fundi í Lutsk. Ein long samrøða um samskipan av trygd og sosialum arbeiði í Volyn-økinum. Markaforðingar við Hvítarussland vóru umrøddar, umframt verjupolitikkur, peningaligur stuðul og arbeiðsútboð. Hetta er alt mál, ið Zelenskiy metur eiga hava hægstu raðfesting í landinum.

Vikan endar við at Zelenskiy vitjar á markini. Har hann vísur andlit og møtist við fleiri av sínum hermonnum í Tavria-økinum.